Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 5-18 Landafrøði 1 Avritssíða 5.6 Veðurlag og vøkstur - hugdýping 1. Hví heldur tú, at lív er á jørðini og ikki á mánanum? 2. Ímynda tær, at jørðin er ein flati og ikki ein kúla. Hvussu hevði tað ávirkað hitan á jørðini? Grundgev svarið. 3. Um jarðarásurin var rættur, høvdu vit ikki havt árstíðir. Hví ikki? 4. Hví hava vindar ymsa megi? 5. Hví er tað vanliga óstøðugt veður, tá ið lágtrýst eru, og gott veður, tá ið hátrýst eru? 6. Ber saman strandarveðurlag og meginlandsveðurlag. Royn at greiða frá muninum teirra millum. 7. Greið frá, hvussu vøkstur og djóralív hava lagað seg til veðurlagið í oyðimørkunum, á savannum og í póløkjunum. 8. Í tropiskum regnskógum og á savannum er máan vanlig. Greið frá, hvat hugtakið sipar til. Greið eisini frá, hvørjar avleiðingar máan kann fáa. 9. Nógv halda, at vaksandi vakstrarhúsárinið verður størsti umhvørvistrupulleiki í heiminum í framtíðini. Grundgev fyri og ímóti hesi útsøgn.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=