Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 6-1 Landafrøði 1 Vatnið á jørðini Fjórði partur í Landafrøði 1 viðger hesi evni: • Vatn í ymsum líki • Hvussu vit brúka vatnið • Tey fimm heimshøvini • Havstreymar, flóð, fjøra og flóðaldur • Havbotnurin • Ríkidømið í sjónum • Áir og vøtn • Er nóg mikið av vatni til Vatnringrásin verður viðgjørd í brotinum: “Veðurlagið ávirkar vøksturin” á bls.73 í bókini. Næmingarnir venja fleiri týdningarmiklar førleikar, tá ið teir arbeiða við hesum partinum. Tað snýr seg um at síggja sambond og heildir, orsakir og avleiðingar. Í størri mun enn áður fær næmingurin eisini høvi at lýsa málið úr fleiri sjónarhornum, bera fram síni sjónarmið og taka støðu. Endamál At skilja, hvussu vit gagnnýta vatnið og avleiðingar av tí Vatn er avgerandi fyri lívið á jørðini. Høvuðsendamálið við hesum parti er tískil at lýsa, hvussu menniskju brúka vatn sum tilfeingi, og hvørjar avleiðingar tað fær at gagnnýta vatn.Tá ið arbeiðið við hesum partinum er liðugt, eiga næmingarnir at skilja, at vatn er eitt tilfeingi, sum má verða vart og brúkt við skili. Hetta er galdandi bæði fyri vatnið, sum verður nýtt í húsarhaldinum, til jarðarbrúk og ídnað, og fyri vatnið í høvum, áum og vøtnum, sum er umhvørvið hjá nógvum livandi verum. Fakligir førleikar – vegleiðandi mál Uppskot til ávegis mál. Næmingurin: • veit, hvar á jørðini sjógvur er og hvar feskt vatn er • dugir at nevna dømi um, hvussu vatnið verður brúkt, og hví tað hevur so stóran týdning fyri menniskju • dugir at vísa á heimsins størstu høv, áir og vøtn • kennir fyribrigdi sum havstreymar, flóð og fjøru, aldur og flóðaldur BÓKMENTIR Bogi Hansen: Havið. Føroya Skúlabókagrunnur 2000 J. Kragesteen og G. Mortensen: Heimurin 2. Føroya Skúlabókagrunnur 1993 Bogi Hansen: Heimurin 4. Føroya Skúlabókagrunnur 1995 Føroya Náttúra, 3., 4. og 6. partur. Føroya Skúlabókagrunnur 2006 Petur Ove Petersen: Fiskivinna. Føroya Skúlabókagrunnur 1997 Petur Ove Petersen: Hav- og landbúnaður. Føroya Skúlabókagrunnur 1997 HEIMASÍÐUR Havstovan: www.hav.fo 6

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=