Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 6-2 Landafrøði 1 • dugir at vísa á nøkur dømi, har sjógvur verður brúktur sum orkukelda • dugir at vísa á nøkur dømi um, hvørjar avleiðingar tað kann fáa at gagnnýta sjógv og vatn skeivt. Arbeiðgongd Vatn í ymsum líki Hvussu brúka vit vatnið Hesin parturin í lærarabókini fevnir um næmingauppgávur, sum venja førleikan at lýsa mál úr ymsum sjónarhornum. Landafrøði 1 bls. 92-99 Avritssíða 6.1 Uppskot til innleiðslu : Allir næmingar skilja, at vatn er lívsneyðugt.Tað, sum næmingar ofta ikki vita, er, at drekkivatnið ikki er óavmarkað. Nógv vita heldur ikki, at vatn verður brúkt til so mangt. Til tess at vekja áhuga fyri evninum verður skotið upp at byrja við einum bólkaarbeiði út frá spurdómum. Lat næmingarnar arbeiða í bólkum við avritssíðuni Trý lond – sama vatn . Tríggir ella fýra næmingar er eitt hóskandi tal fyri hvønn bólkin; tað fremur gott arbeiðslag og loyvir øllum framat. Næmingarnir kunnu arbeiða sum ein kjakbólkur og gera munnligar framløgur. Nógvir næmingar hava ta fatan, at vatn fyrst og fremst er til at drekka. Størsta vatnnýtslan fer tó til landbúnað og ídnað. Hagtøl kunnu vera hent at brúka í orðaskiftinum, sum tekur saman um arbeiðið við avritssíðunum. Hagtølini geva næmingunum eina greiða fatan av, hvussu nógv vatn verður brúkt til ávísar framleiðslur. So nógv vatn fer til at framleiða eitt kg av hesum vørum: Stál 150 litrar Mjólk 9.840 litrar Avíspappír 750 litrar Neytakjøt 49.200 litrar Hveiti 490 litrar Egg 12.000 litrar Mais 690 litrar Bummull 10.000 litrar Rís 4.560 litrar Soleiðis verður vatnnýtslan býtt millum ymiskt virksemi í heiminum: Landbúnaður: 53 prosent Ídnaður: 41 prosent Húsarhald og frítíð: 6 prosent
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=