Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 6-3 Landafrøði 1 Tølini omanfyri kunnu eftirkannast á netinum. Tað vísir seg, at tey ery ymisk frá keldu til keldu. Spyr síðan: Hví er vatn týdningarmikið fyri menniskju? Ger hugarok á talvuna. Legg sum lærari ikki afturat tí, sum næmingarnir koma við. Lesið í staðin í felag bls. 92–97 í bókini og lat næmingarnar sjálvar lesa bls. 98-99. Óivað leggja teir nú meir afturat, sum tú kanst skriva á talvuna. Vatn gevur okkum vætu, sum er neyðug fyri at liva. Vatn er neyðugt, skulu vit hava landbúnað Høv, áir og vøtn geva okkum sk, skeljadjór og salt. Vatn verður brúkt til orkuframleiðslu. Hví er vatn so týdningarmikið fyri menniskju? Vatn verður brúkt til at køla, reinsa og skilja lutir. Vatn verður brúkt at framleiða ymsar úrdráttir. Høv, áir og vøtn virka sum utningsleiðir.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=