Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 6-4 Landafrøði 1 Tey fimm heimshøvini Havsins botnur - slættar og fjøll Hetta brotið snýr seg í høvuðsheitum um at savna grundleggjandi upplýsingar. Uppskot til nøvn og hugtøk, sum næmingarnir eiga at læra: • Heimshøv og hjáhøv • Kyrrahav, Atlantshav og Indiahav • Heitir og kaldir havstreymar • Golfstreymurin • Sjóvarfall, flóð og fjøra • Aldur og flóðaldur (tsunami) • Djúphavsslættar, djúpálir, landgrunnur og helling Næmingarnir kunnu arbeiða við avritssíðuni Heimshøv og havstreymar . Tit kunnu eisini viðgera hesi bæði evnini nærri: Golfstreymin og flóðaldur (tsunami). Eisini ber til undir Hugdýping (avritssíða 6. sp. 3) at viðgera orsøkir til, at fiskur trívist væl har, sum heitir og kaldir havstreymar møtast. Hesum verður greitt frá í bókini “Havið” (Bogi Hansen), 10. partur. Golfstreymurin / Norðuratlantsstreymurin Golfstreymurin / Norðuratlantsstreymurin hevur stóra ávirkan á veðurlagið í Norðurlondum. Bið næmingarnar kanna havstreymar og hitalag nærri í atlasinum: -- Hvar tekur Golfstreymurin / Norðuratlantsstreymurin seg upp, og hvar endar hann? Ber saman hitan í einum býi í Føroyum við hitan í einum býi í Sibiria: -- Hvar er kaldari? -- Átti tað ikki at verið líka kalt, tá ið økini eru á sama breiddarstigi? -- Hvør kann frágreiðingin til hitamunin vera? -- Hvussu verða havstreymar til? Landafrøði 1, bls. 100-106 Avritssíða 6.2 Ís all Vatnskorpa P Ó L V E Ð U R L A G T R O P U V E Ð U R L A G 1. Tungur sjógvur (við nógvum salti í) søkkur til botns. 4. Á ferðini fer tann tungi sjógvurin suður eftir havbotni- num at fylla í har suðuri. 2. Sjógvur streymar til at fylla í aftur. 3. Hetta gevur Golfstreyminum / Norðuratlantsstreymi- num megi at reka norðureftir.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=