Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 6-5 Landafrøði 1 Ein partur av svarinum stendur í bókini, men tú kanst stuðla meira upp undir fatanina hjá næmingunum við at vísa tekningina omanfyri á talvuni. Saltur sjógvur søkkur, tí hann er tungur, og tí streymar nýggjur sjógvur til. Hetta ger, at havstreymur ferðast til tær leiðir, har sjógvurin søkkur, tí nýggjur sjógvur rekur til alla tíðina, soleiðis at vatnstøðan verður tann sama. Havstreymar koma við øðrum orðum eisini í av ringrásini av streymum ovarlaga í sjónum og djúphavsstreymum. Við hesum í huga kanst tú spyrja næmingarnar: -- Hvussu verður við saltinum í Norðuratlantshavi, um jøklarnir á Arktis bráðna? -- Hvussu kann hetta ávirka veðurlagið í Norðurlondum? Soleiðis ber til at knýta veðurlagsbroytingarnar afturat hesum eisini. Sagt skal verða, at hetta er bara ein møgulig framtíðarmynd, men í øllum førum er veruleikin tann, at Golfstreymurin / Norðuratlantsstreymurin er í vanda fyri at vikna komandi árini. Flóðaldur (tsunami) Vanlukkan, ið stóðst av flóðalduni annan jóladag í 2004, setti djúp spor, og tí eru næmingarnir ofta áhugaðir at vita meir um hetta fyribrigdið. Tað er hópur av tilfari á internetinum um júst hetta. Ein møguleiki er at lata næmingarnar leita eftir tilfari og gera frásøgn um hetta. Næmingarnir kunnu nú royna seg við teimum lestraramboðum, sum teir hava lært. Bið teir gera ætlan um, hvussu teir kunnu lýsa evnið. Hvørjar spurningar kunnu teir seta? Hvar kunnu teir leita eftir tilfari? Hvussu kunnu teir leggja tað fram, sum teir hava funnið fram til? Ríkidømið í sjónum Byrja hetta brotið við at hyggja at kortinum yvir heimshøvini á bls. 100 í bókini. Tað er gott, um næmingarnir fáa eina fatan av, hvussu ógvuliga stór høvini eru. Tit kunnu bera tey ymsu heimshøvini saman við støddina á t.d. einum heimsparti. Næmingarnir kunnu eisini rokna, hvussu nógvar ferðir størri tey ymsu heimshøvini eru samanborin við t.d. Føroyar. Her eru nøkur tøl, sum kunnu vera til hjálpar: Kyrrahav 179,6 mill. km ² Eystarasalt 0,4 mill. km² Atlantshav 106,4 mill. km² Miðjarðarhav 3 mill. km² Indiahav 74,8 mill. km² Føroyar 1400 km² Tá ið næmingarnir hava fatað, hvussu ómetaliga stór heimshøvini eru, kanst tú leiða teir inn á at hugsa sær til ríkidømið í høvunum.Tað er at geva næmingunum innlit í, at menniskju ikki hava umsitið havið Landafrøði 1, bls. 107-108 Avritssíða 6.3
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=