Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 2-1 Landafrøði 1–3 kunnleiki og námsfrøði Kunnleiki og námsfrøði Á http://namsaetlanir.net/landafrodi liggur námsætlanin í landafrøði við leiðbeining um m.a. endamál, øki og førleikar. Landafrøði 1-3 fylgir námsætlanini, men er skipað og orðað eitt sindur øðrvísi.Tí er neyðugt eisini at hava námsætlanina við hondina. Aðalmálini við Landafrøði 1-3 Landafrøði 1-3 miðar eftir at menna førleikarnar hjá næmingunum at: • greina, hvussu tilgongdir í náttúruni og virksemi hjá menniskjum skapa og broyta búøki ymsastaðni í heiminum • granska og greina samspælið millum menniskju, samfelag og náttúru ymsa staðni í heiminum • gera landafrøðiligar greiningar av umheiminum og meta um úrslitini. Her verða nýtt kort og aðrar keldur, ástøði, hættir og tøkni við støði í landafrøðini • meta um loysnir á ymsum umhvørvismálum og spurningum í sambandi við menning, og samstundis hava burðardygd og etikk í huga. Hesir førleikar verðamentir við støði í kjarnaøkjunum í námsætlanini, sum eru: Landafrøðiligar keldur og amboð, Land, hav og veðurlag, Tilfeingi og vinnuvegir og Fólkatalsfrøði og menning . Hesi øki eru aftur býtt sundur í smærri evni. Talvurnar niðanfyri vísa, hvar evnini, sum eru nevnd undir hvørjum kjarnaøki í námsætlanini, eru viðgjørd í Landafrøði 1-3. Landafrøðiligar keldur og amboð Kjarnaøki Hvar verður hetta viðgjørt í Landafrøði 1-3 at nýta kort, myndir, myndlar, hagfrøði og landafrøðiligar kunningarskipanir (GIS). Landafrøði 1, parturin Jørðin og kortini Landafrøði 3, kortini í innganginum til hvønn part Hagfrøði er partur av tilfarinum í nógvum av uppgávunum til Landafrøði 2 og 3. 2

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=