Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 6-6 Landafrøði 1 á ein burðardyggan hátt. Tíðum eru høvini fyri ovurveiðu, og á fleiri leiðum í heiminum eru fiskastovnarnir niðurfiskaðir. Dømi um hetta eru toskastovnarnir í Norðsjónum og í Nýfundlandi. Havstovan hevur hagtøl fyri fiskastovnarnar um okkara leiðir, t.d. tosk, hýsu, upsa, makrel og sild. Her er aftur ein møguleiki hjá næmingunum at venja áður nevndar arbeiðshættir t.d. við spurninginum: -- Verða føroysku fiskastovnarnir røktir á skynsaman hátt? Tunfiskurin er eisini illa fyri. Veiðireiðskapurin er nútímans og so munadyggur, at lítið skal til fyri at fara um markið fyri ovurfisking. Ofta hava myndugleikarnir í ymsu londunum verið ov seinir á ferð. Og politisk ósemja millum lond er ofta komin fram um at røkja fiskastovnarnar á skynsaman hátt. Avritssíðan Hvør hevur ábyrgd av Skagerrak og Kattegat? er ein venjing í at duga at meta um. Næmingarnir skulu taka støðu til, hvør fyrst og fremst hevur ábyrgdina av, hvussu góð ella vánalig støðan í sjónum er. Í hesum føri snýr tað seg um Skagerrak og Kattegat.Tað er avgerandi, at næmingarnir lesa tekstin á avritssíðuni væl, áðrenn teir gera viðmerkingar. Hvør næmingur eigur at føra sínar viðmerkingar fram so væl, sum til ber. At enda kunnu tríggir ella fýra næmingar skriva sínar viðmerkingar á talvuna. Tað er ikki altíð, at viðmerkingarnar eru tær somu, og tær kunnu tí birta upp undir áhugavert orðaskifti. Á sama hátt ber til at viðgera, hvør hevur ábyrgdina av Norður atlantshavi og føroyska havøkinum og um, hvørji viðurskifti kunnu hugsast at elva til ovtaðing á firðum í Føroyum. Tilfar um ovtaðing av firðum í Føroyum: Føroya umhvørvi í tølum 2003 (Heilsufrøðiliga starvsstovan), kap. 7. www.hfs.fo Bogi Hansen: Havið (Føroya Skúlabókagrunnur 2000), kap. 9. Magnus Gaard: Lívfrøði 3 (Nám 2011), bls. 76-82 Tilfar um regulering av fiskivinnu í Føroyum og í Norðuratlantshavi: Havstovan: www.hav.fo Granskingarráðið: www.gransking.fo (Skriva í leitirútin: fiskastovnar) North East Atlantic Fisheries Commission: www.neafc.org International Council for the Exploration of the Sea: www.ices.dk Annað viðkomandi tilfar um vøtn, sjógv og hav: Reinari norðurlendsk høv. Norðurlendska Ráðharraráðið 2010 ( www.norden.org/da Skriva í leitirútin: Reinari norðurlendsk høv) Umhvørvisstovan: www.us.fo
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=