Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 6-7 Landafrøði 1 Áir og vøtn Nógvar búsetingar eru fram við áum og vøtnum, sum hava stóran týdning fyri menniskju. Eisini var ein tann skjótasta farleiðin í gomlum døgum at fara eftir áum og vøtnum. Hava næmingarnir atgongd til eitt søguligt atlas, kunnu teir fáa sum uppgávu at telja, hvussu nógvir býir úr fornari tíð vóru fram við áum og vøtnum. Enn størri týdning hevur tað at tosa um, hvørjir vandar kunnu verða fyri menniskju og umhvørvið, um vatn verður skeivt gagnnýtt. Arbeiðið við avritssíðuni Aralvatn – søgan um eina umhvørvisvanlukku. Uppgávan hevur til endamáls at leita eftir vitan fyri síðani at eftirmeta støðuna. Í Landafrøði 2 verður aftur komið inn á Aralvatn. Næmingarnir kunnu eisini fáa sum uppgávu at lýsa avleiðingarnar av, at jøklarnir í Himalaiafjøllum bráðna. Hvat árin hevur tað á ánna Ganges – og hvørjar aðrar avleiðingar kann tað hava við sær? Næmingarnir kunnu hava internetið til hjálpar og á tann hátt venja seg at leita, skipa og meta um orsakir og avleiðingar. Uppgávan bjóðar til rímiliga sjálvstøðugt arbeiði, men kann eisini verða ein uppgáva til hugdýping. Er nóg mikið av vatni til Atgongdin til feskt vatn er eitt hóskandi evni at enda við. Nøgdin av vatni er ójavnt býtt millum ymsu heimspartarnar. Í økjum, har tað regnar lítið, og í økjum, har fleiri eru um vatnið úr somu keldu, kann politikkur koma uppí, sum í ringasta føri kann elva til vápnað stríð. Tey svartskygdastu spáa, at vatntrot kann gera, at vit fáa flóttafólkastreymar, hungursneyð og bardagar um vatnið. Onnur vóna, at friðarligar samráðingar millum partarnar kunnu fáa avtalur í lag, sum í stóran mun kunnu loysa trupulleikan. Hvussu skal vatnið verða býtt Býtið av vatninum í heiminum er, tá samanum kemur, ein spurningur um rættvísi. Hvussu skal vatnið verða býtt millum lond og ymsu fólkasløgini í einum landi? Millum land og bý, landbúnað og ídnað? Niðanfyri eru dømi um avleiðingar, sum kunnu standast av vatntroti: • Lond, sum ikki kunnu semjast um felags vatn, kunnu fara í sínámillum kríggj. • Ymsar meiningar um vatnnýtslu í einum landi kunnu elva til borgarakríggj. Landafrøði 1, bls. 109-113 Avritssíða 6.4
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=