Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 6-10 Landafrøði 1 Avritssíða 6.1 Trý lond – sama vatn Presto, Allegro og Andantino eru trý lond, sum øll eru bundin at ánni Solemnes. Londini eru í einum turrum øki, og fólkið skal hava vatn til orku og drekka. Tað er eisini neyðugt at hava vatn til ídnaðin og landbúnaðin. Øll londini eru í teirri støðu, at fáa tey ikki vatn, verður tað ein vanlukka fyri tey. Hvør er besta loysnin fyri øll trý londini? Hygg at kortinum niðanfyri. Londini og áin eru hugsað dømi, men hendan støðan er veruleiki í fleiri londum. Spurningar 1. Ímynda tær, at Presto og Allegro dálka vatnið, gera vatnbyrg­ingar ella veita stóran part av vatninum inn í landið at vatna lendið. Hvat heldur tú, at Andantino skuldi gjørt? 2. Hvat av londunum er minst viðbrekið, og hvat er mest viðbrekið, tá ið tað snýr seg um at fáa vatn? Grundgev fyri svarinum. 3. Hvussu skulu tey trý londini loysa vatnspurningin? Hvør er tann besta, og hvør er tann vánaligasta loysnin? 4. Hygg at einum heimskorti. Royn at finna nøkur øki, har vatnið kann gerast ein stríðsspurningur. Solemne Allegro Presto Andantino Allegro Presto Andantino

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=