Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 6-12 Landafrøði 1 Avritssíða 6.3 Hvør hevur ábyrgd av Skagerrak og Kattegat Seinastu árini hava fleiri frágreiðingar gjørt vart við støðuna í Skagerrak og Kattegat, har alguvøkstur, deyður fiskur, oxygentrot og havbotnur við ongum vøkstri og djóralívi er eitt stórt vandamál. Alguvøkstur og oxygentrot gera, at fiskurin doyr. Fiskimenn vita, at toskaveiðan er nógv minkað. Fleiri granskarar halda, at toskurin har um leiðir er um at doyggja út. Tískil hevur fleiri ferðir verið bannað at veiða tosk í økinum. Ov nógv taðing drepur fiskin Trupulleikin í Skagerak og Kattegat stendst av stórum yvirskoti av føðsluevnum í sjónum, ovtaðing. Hetta hendir, tá ið áir, ferðsla, reinsiverk og landbúnaður dálka sjógvin við nitrogeni og fosfor. Stóra nøgdin av føðsluevnum í sjónum ger, at algur, sum vaksa skjótt, fara at trívast har. Tá ið tær doyggja, leggjast tær á botnin. At niðurbróta tær krevur oxygen, men tá algurnar longu er fleiri enn vanligt, verður oxygentrot í sjónum. Hetta ger, at vøkstur og fiskur á havbotninum doyggja. Harðast raktu økini eru á grunnum leiðum, har toskur, flatfiskur og fiskayngul halda til, og har nýggj havnaløg og alt fleiri frítíðarbátar, sum serliga sigla á grunnum leiðum, eisini hava órógvað gýtingarplássini. Ovurfisking órógvar javnvágina Fiskiveiða við nútímans trolarum mergsýgur høvini og brý- tur javnvágina millum fiskasløgini. Tann nógvi fiskiskapurin í mong ár eftir toski og reyðsprøku í Kattegat hevur gjørt, at veiðan eftir báðum fiskasløgunum er ógvuliga nógv minkað. At veiðan heldur fram t.d. eftir toski, er lutvíst tí, at keypa- rarnir taka ímóti fiski, hóast teir hava fingið boð um ikki at gera tað. Støðan í Kattegat og Skagerrak er álvarslig. Tað mest jaliga, sum kann sigast um støðuna, er, at hon helst ikki kann versna.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=