Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 6-14 Landafrøði 1 Avritssíða 6.4 Aralvatn – søgan um eina umhvørvisvanlukku Ímynda tær, at tú válar í einum oyðimarkarlendi og ikki hómar vatn, so langt eygað sær. So løgið tað kann tykjast, sært tú fleiri skip liggja sum strandaðir hvalir í tí oydna landslagnum. Hvussu kann hetta bera til? Hví liggja skip í turrlendi fleiri fjórðingar frá vatninum? Svarið finna vit í søguni um Aralvatn. Aralvatn var einaferð fjórðstørsta vatn í heiminum. Nú er vatnið um at hvørva. Søgan um Aralvatn ber boð um, hvussu tað kann koma menniskjum aftur um brekku, tá tey royna at fáa tamarhald á náttúruni og harvið royna at broyta hana. Tey, sum skipaðu fyri, høvdu einki tilknýti til økið. Tey sluppu undan avleiðingunum av síni lutvíst vitleysu verkætlan. Oyðimørkin blómar – vatnið tornar upp Í 1960-árunum avgjørdi stjórnin, sum sat við ræði í táverandi Sovjetsamveldinum, at fara undir eina stóra landbúnaðarætlan. Ætlanin var at leggja stór øki um til at dyrka bummull í turrlendinum við áirnar Syr-Darja ogAmu-Darja og at leiða vatn úr áunum út á dyrkaða lendið. Í økinum er ov lítið regn at nøkta tørvin á annan hátt. Áirnar runnu í Aralvatn, men so nógv vatn fór til at vatna økið, at áirnar vórðu nærum turrlagdar. Hetta gjørdi so, at ov lítið av vatni rann í Aralvatn. Eftir nøkrum árum blómaði alt økið, har tað áður hevði verið oyðimørk. Allir bøndurnir í økinum vóru noyddir at dyrka bummull, sum gav landinum stórt fíggjarligt avkast. Prísurin fyri fíggjarligu framgongdina vísti seg tó at gerast ógvuliga høgur. Ein av heimsins størstu umhvørvisvanlukkum Skaðadýr leggjast ofta á bummullina, sum er viðbrekin planta. Tí var mangan neyðugt at spræna akrarnar við eitri ímóti skaðadýrum. Stórir partar av dyrkilendinum í Usbekistan og Kasakstan vórðu illa dálkað av hesum. Harumframt bleiv dyrkaða jørðin eftir fáum árum saltari og saltari, tí tá ið tú vatnar í turrum veðurlagsøkjum, er nógv burturguvan. Tað sindrið av salti, sum er í vatni, verður tá verandi í moldini, og um illa veit við, kann moldin ikki nýtast. Hetta fyribrigdið nevnist saltøking (salinisering, salinization). Saltið og eitrið frá spræningini ávirkaðu økið uttan um Aralvatn so mikið, at tað varð heilsuskaðiligt at búgva har. Fólk fingu ilt við at
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=