Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 6-15 Landafrøði 1 Avritssíða 6.4 anda og fingu sjúkur í andingarleiðina. Hetta var byrjanin til eina av heimsins størstu umhvørvisvanlukkum. Tey seinnu árini, eftir at Sovjetsamveldið fall í 1991, er meir og meir komið fram um vanlukkuna viðAralvatn. Næstan øll, sum búgva har um leiðir, eru sjúk. Nógv børn stríðast við krabbamein og nýrasjúkur. Nógvar kvinnur líða av blóðtroti. Vatnið í nógvum brunnum er dálkað av salti og eiturevnum. Aralvatn er ikki longur so stórt, sum tað var, men er minkað niður í helvt. Harafturat er vatnið vorðið salt, tí minni vatn rennur í tað nú. Fyrr í tíðini livdi fólkið viðAralvatn av fiskiveiði. Nú er fiskiveiða bara eitt minni. Fiskivinnubýirnir eru nú fleiri fjórðingar frá vatninum, og fiskurin allur er langt síðan deyður. At fáast við landbúnað er eisini ógjørligt, tí jørðin er full av salti og ber ongan ávøkstur. Fólkið er tí ikki bara sjúkt, men hevur heldur einki arbeiði. Vanlukkan viðAralvatn er talandi dømi um, hvussu strembanin eftir fíggjarligum vinningi eins og álitið á, at menniskjað kann fáa fult tamarhald á náttúruni, kann elva til umhvørvisvanlukkur - sum at enda rakar menniskjað sjálvt. Spurningar 1. Hvar er Aralvatn? 2. Hví er Aralvatn minkað so nógv og vatnið vorðið salt? 3. Hví er økið uttan um Aralvatn ikki longur nýtiligt til landbúnað og heilsuskaðiligt at liva í? (Tú kanst brúka hesi orðini, tá ið tú svarar: Syr-Darja, Amu-Darja, saltøking, eiturevni, vatningarskipan og Sovjetsamveldið.) 4. Hvørjar avleiðingar fekk stóra landbúnaðarætlanin í øki- num við Aralvatn? Skipa svarini eftir, hvussu álvarsama tú metir avleiðingina at vera og grundgev fyri tíni raðfesting.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=