Landafrøði 1-3 Lærarabók

Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 6-16 Landafrøði 1 Avritssíða 6.5 Vatnið á jørðini – endurtøka 1. Í hvørjum líki kann vatn vera? 2. Hví er grundvatn týdningarmikið fyri nógv fólk í heiminum? 3. Hvørji ymisk sløg av vatni eru á jørðini? 4. Ímynda tær eitt land, sum er út móti sjónum og hevur lítið drekkivatn. Hvussu kann landið brúka sjógvin at loysa trupulleikan við drekkivatninum? 5. Tað er týdningarmikið at hava salt, tá ið vit t.d. gera mat. Hvaðan fáa vit saltið? 6. Nevn trý dømi um, hvussu menniskju brúka vatn. 7. Skipa tey fimm heimshøvini eftir stødd. Finn nøkur serlig eyðkenni við hvørjum teirra. 8. Hví fer havstreymur ávísa leið? 9. Hvussu reka køldu og heitu havstreymarnir? 10. Hvussu vita vit, at eitt økið hevur flóð og fjøru? 11. Hvat ger aldur? 12. Nevn trý dømi um, hvussu menniskju gagnnýta havsins ríkidømi. 13. Hví býr stórur partur av heimsins íbúgvum fram við stóru áunum? 14. Greið í stuttum frá hesum áum og vøtnum og hvar á jørðini tær/tey eru: Amazoná, Kaspiskahav, Bajkalvatn, Tey Stóru Vøtn­ini (The Great Lakes) og Viktoriavatn.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=