Landafrøði 1-3 Lærarabók
Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 6-17 Avritssíða 6.6 Landafrøði 1 Vatnið á jørðini - hugdýping 1. Hygg at einum korti yvir avfall kring heimin í eitt ár. Hvørji øki hava lítið avfall, og hvørji hava nógv avfall? Hví er meiri avfall í ávísum økjum? Hvørjar avleiðingar hevur tað ójavna býtið? 2. Í Norðurevropa er vanliga miðalnøgdin av avfalli í eitt ár 500 – 1000 mm. Har er nóg mikið av vatni. Í einum savannuøki tætt við miðkringin er miðalnøgdin av avfalli um leið 1000 mm um árið. Hóast økið fær líka nógv avfall sum Norðurevropa, er ofta vatntrot. Hvussu ber tað til? Hugsa um burturguvan og avfall ávísar árstíðir, tá ið tú loysir uppgávuna. 3. Har kaldir og heitir havstreymar møtast, trívist fiskur ógvu- liga væl. Hygg at einum korti, sum vísir teir stóru havstrey- marnar. Í hvørjum økjum eigur fiskur at trívast væl? 4. Eystarasalt hevur verið illa dálkað í nógv ár. Lýs umhvørvis trupulleikan og greið frá, hví hann er íkomin, og hvørjar avleiðingar hetta hevur havt. 5. El Niño er eitt fyribrigdi, sum hendir út fyri vesturstrondini í Suðuramerika við tvey til tíggju ára millumbili. Fyribrigdið ávirkar ein stóran part av heiminum. Greið frá tí, sum hendir, tá ið El Niño tekur seg upp.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=