Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 7-1 Landafrøði 2 Heimsins fólk Fyrsti partur í Landafrøði 2 viðger hesi evni: • Menniskjað - tilfeingi ella byrða • Hvar á jørðini liva fólk • Ymsar orsakir til fólkavøkstur, fólkaminking og fólkaflyting • Sjúkur og býargerð Við hesum parti menna næmingarnir førleikan at síggja orsakir og avleiðingar, síggja sambond og heildir, lýsa málið úr fleiri sjónarhornum, grundgeva og taka egna støðu. Nøkur hugarensl og uppgávur stuðla undir at gera evnið greiðari. Nógv av innihaldinum hóskar eisini væl at arbeiða við, tá ið næmingarnir læra um heimspartarnar. Endamál At varpa ljós á spurningin um íbúgvar við støði í umhvørvi, møguleikum at lívbjarga sær og tilfeingi Í partinum eru fjølbroyttir møguleikar at arbeiða fram móti teimum málum, sum standa í námsætlanini í landafrøði. Spurningurin um fólkagrundarlagið nertir ofta við spurningar um nærumhvørvið, alheimsumhvørvið og spurningin um at lívbjarga sær. Næmingarnir skulu skilja, hví fólkatalið veksur í ávísum pørtum av heiminum og minkar í øðrum pørtum av heiminum. Spurningurin at býta og nýta tilfeingið í heiminum er nærum altíð týdningarmikil táttur, tá ið arbeitt verður við evninum: fólkið í heiminum. Tí ræður um, at hesi sjónarhorn verða tikin við í undirvísingini. Fakligir førleikar - vegleiðandi mál Uppskot til ávegis mál. Næmingurin: • skilir og dugir at brúka grundleggjandi hugtøk á læru­greina­ økinum • dugir einfalt at greina fólkavøksturin, har orsakir, avleiðingar og egin uppskot til at loysa trupulleikar eru við • hevur innlit í týdningarmestu orsakirnar til fólkaflyting BÓKMENTIR Heri á Rógvi og Høgni Reistrup: Exit Føroyar. Sprotin 2012 Jacob Thomsen: Íbúgvaviðurskifti 2.2. Føroya Skúlabókagrunnur 1995 HEIMASÍÐA Hagstova Føroya: www.hagstova.fo 7

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=