Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 7-2 Landafrøði 2 • dugir at grundgeva fyri ella ímóti spurninginum, um jørðin er ovfólkað ella ikki. Býtið av tilfeingi og umhvørvisávirkan eru høvuðshugtøk, sum eiga at vera við í grundgevingini. Arbeiðsgongd Brotini í hesum partinum fylgja bókini, men sjálvandi kunnu tey verða brúkt, sum lærarin sjálvur heldur vera best. Tað er tó skilagott at byrja við fólkavøkstrinum, av tí at tað evnið ofta hevur áhuga hjá næmingunum. Harafturat eigur fyrsti spurningurin, – Er menniskjað tilfeingi ella byrða? – at sermerkja arbeiðið við partinum. Menniskjað – tilfeingi ella byrða Hvar á jørðini eru fólk Í nógvum pørtum av heiminum veksur fólkatalið skjótt, serliga í teimum fátæku londunum. Nógv halda, at hetta er týdningarmesti spurningurin, heimssamfelagið má taka sær av, nú og í framtíðini. Onnur halda ikki fólkavøksturin í sjálvum sær vera serstakt vandamál. Heldur er tað býtið av tilfeingi, sum er trupulleikin. Evnið er nógv frammi nú á døgum, og tað er týdningarmikil framtíðarspurningur, sum krevur eina nágreiniliga viðgerð. Uppskot til innleiðslu: Ein máti at vekja áhugan hjá næmingunum er við samrøðum í flokkinum. Být flokkin í fimm bólkar og gev teimum avritssíðuna Er jørðin ovfólkað? Fýra bólkar skulu gera eina rokniuppgávu, tann fimti bólkurin skal greina eina farmynd. Greið næmingunum frá, at teir fyrst skulu finna upplýsingar og síðan tosa saman í bólkinum. Síðan verður hildið fram við orðaskifti í flokkinum. Uppgávurnar eru við vilja gjørdar soleiðis, at spurningarnir eru alt ov einfaldir. Teir eru nóg illa grundaðir. Víst má vera eitt mark fyri, hvussu nógv fólk kunnu búgva á jørðini, men tað markið er ikki rokkið enn. Endamálið við uppgávuni er bæði at fáa næmingarnar at tosa saman og at fáa teir at skilja, at ófullfíggjað kunning kann ávirka hugsan teirra. Av røttum kunnu vit siga, at kunningin, hóast hon í sjálvum sær er sonn, er litað; tað er, at hon sigur seg vera óhefta, men er tað kortini ikki. Næmingarnir síggja kanska longu, meðan teir arbeiða í bólkinum, at grundarlagið fyri spurninginum er ikki nóg gott. Orðaskiftið í skúlastovuni skal fáa teir at geva sær far um slíkt. Fyri betur at kunna Landafrøði 2, bls. 8-13 Avritssíða 7.1

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=