Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 7-3 Landafrøði 2 taka støðu til spurningarnar krevst, at næmingarnir gera sær eina heildarmynd. Vónandi er hetta við til at gera næmingarnar áhugaðar í at læra meira. Tit kunnu leggja fyri við at lesa bls. 8–13 + 23 í bókini. Bið næmingarnar svara spurningunum niðanfyri (til dømis stutt skrivlig svar) og sig teimum, at tit síðan fara at halda fram við felags orðaskifti í flokkinum: -- Er jørðin ovfólkað? -- Um ja: Hvar er jørðin ovfólkað? Hví júst har? -- Um nei: Skuldi tað heldur verið onkur annar trupulleiki, ið varð viðgjørdur? Hvør? -- Eigur ein annar spurningur at verða settur í staðin fyri “Er jørðin ovfólkað”? Tað ber eisini til at avmarka spurningarnar: -- Hví kunnu rík fólk vera ein størri hóttan fyri jørðina enn fátæk fólk? -- Eru hungur og sjúka beinleiðis úrslit av fólkavøkstri? -- Eru øll tættbygd øki fátæk? Takið síðan orðaskiftið uppaftur í flokkinum, sum nú vónandi fer at verða nágreiniligari. Tann yvirskipaði spurningurin eigur kanska at verða orðaður av nýggjum: “Menniskju – tilfeingi ella byrða?”. Viðmerkingar til innleiðandi uppgávurnar: Bólkur 1: Tað er ikki áhugavert bara at hyggja at burðatalinum í einum landi. Tað er eisini neyðugt at vita, hvussu nógv eru deyð. Fólkavøkstur = burðatal - deyðatal Í India er fólkavøksturin 1,47 prosent, so talið á teimum, sum verða fødd, er størri enn talið á teimum, sum doyggja. 1,47 prosent er ein fittur fólkavøkstur, men tað er vert at geva gætur, at eingin hungursneyð hevur verið í India síðan 1940, tá ið fólkatalið var munandi lægri. Bólkur 2: Øll heimsins menniskju kunnu sjálvandi ikki búgva so tætt saman sum eitt fólk fyri hvønn m 2 . Men hvussu tætt saman kunnu menniskju búgva? Monako er fjølbygdasta landið í heiminum, og tað er ikki fátækdømi, sum eyðkennir landið. Bólkur 3: Tað, at so mong menniskju liva undir hungursmarkinum, er sjálvandi ein trupulleiki. Fátækdømi stendst ikki av ovfólking, heldur av kríggi og fíggjarligum órættvísi. Hetta verður gjøllari viðgjørt í partinum “Landafrøði og politikkur”.

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=