Landafrøði 1-3 Lærarabók

Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 7-4 Landafrøði 2 Bólkur 4: Síðan 1960 er fólkatalið í heiminum tvífaldað, og hesi árini er matframleiðslan trífaldað. Gev gætur, at farmyndin á avritssíðuni um matframleiðslu vísir kaloriur (Kcal) um dagin fyri hvørt fólk. Tað eru tó eisini vansar av, at framleiðslan er vaksin, tí at nærtøkin landbúnaður hevur stór árin á náttúruna. Hetta verður gjøllari viðgjørt í næsta parti. Fleiri ella færri fólk Nú er tíð at hyggja at, hví fólkavøkstur er. Um tú ætlar, at næmingarnir fyrst skulu hugleiða sjálvir, kunnu teir arbeiða við 1. uppgávu, áðrenn tit fara undir uppgávurnar 2 og 3, sum fevna víðari. Uppgáva 1 Lat næmingarnar kjakast um hesar spurningar: -- Hvussu halda tit, at nevndu viðurskifti ávirka burðatalið og deyðatali? Grundgev fyri svarunum. a) kostur og reinføri b) heilsutænasta c) hjúnabandssiðir d) lívskor (fátækdømi ella ríkidømi) e) útbúgving f) eftirlønarskipan Uppgáva 2 Fólkatalsfrøðiligar umbroytingar (demografiskar transitiónir) Í hesi uppgávu skulu næmingarnir læra um ta demografisku umbroytingina. Tann demografiska umbroytingin er ein háttur at greina fólkavøksturin sum fyribrigdi. Frymilin niðanfyri kann verða brúktur at greiða næmingunum frá gongdum og fyribrigdum, sum ávirka fólkavøksturin. Frymilin má verða vístur á talvuni. Landafrøði 2, bls. 14-18 www.hagstova.fo > Talt og hagreitt > Íbúgvar > Demografiska umbroytingin 1 2 3 4 5 føðitíttleiki deyðstíttleiki

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=