Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 7-7 Landafrøði 2 Uppgáva 3 Fólkavøksturin – orsakir, úrslit og tiltøk Best er at taka saman um frálæruna í fólkatalsfrøði (demografi) við einari uppgávu, har næmingarnir nýta tað, sum teir hava lært. Frymilin niðanfyri er eitt gott amboð, tá ið tað snýr seg um at greina fólkavøksturin í heiminum. Greið næmingunum frá myndini og lat teir heilt stutt skriva niður hugsandi orsakir, avleiðingar og tiltøk. At enda ræður um, at næmingarnir gera sínar egnu niðurstøður við støði í frymlinum. Teir kunnu gera tað skrivliga, so teir venja seg við at grundgeva skrivliga. Spurningurin “Menniskjað – ríkidømi ella byrða” eigur at vera reyði tráðurin í arbeiðinum. Orsøkir Fólkavøkstur Avleiðingar Neiligar • Stórt tal á ungum fólkum • Hungur • Eingi fyribyrgjandi evni • Sjúkur • Nógv børn skapa tryggleika • Skaði á umhvørvið • • Tiltøk Jaligar • Býta út fyribyrgjandi evni • Nýggir hættir • Betri útbúgving • Uppfinningar • Bøta um støðuna hjá kvinnum • Betri heilsutænasta • • Lýs málið fyri næmingunum úr fleiri sjónarhornum Tá ið arbeitt verður við, hvørjar avleiðingar fólkavøksturin hevur, er týdningarmikið at lýsa málið úr fleiri sjónarhornum. Fólkavøksturin hevur bæði jaligar og neiligar avleiðingar, alt eftir hvar fólkatalið veksur, hvussu skjótt tað veksur, og hvussu samfelagið er búgvið til eina so umfatandi broyting. Í økjum, har lendið er viðbrekið, kann skjótur vøkstur í fólkatalinum skaða umhvørvið. Burturmáan er eitt vandamál, tí at skógir verða høgdir, og tí at húsdýrini er ov nógv í mun til lendið. Harumframt er ofta vatntrot. Sahel er eitt ítøkiligt dømi umøki, har slíkir trupulleikar eru vanligir. Hinvegin eru eisini øki, sum tola nógv fólk. Har er tað ikki fólkavøksturin, men ójavna býtið av lendi og øðrum búskaparligum tilfeingi, sum skapa trupulleikar, ið eru tengdir at fátækdømi.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=