Landafrøði 1-3 Lærarabók
Uppskot til frálæru Lærarabók ©Nám 2014, 1. útgáva.Týðari: Elin Henriksen, Upprunaútgáva Impuls Geografi ©2009 Peter Kinlund, Maria Bergman och Natur og Kultur, 2009, Stockholm ISBN: 978-99918-2-205-1 Landafrøði 1–3 7-8 Landafrøði 2 Ofta er tað so, at vaksandi fólkatalið elvir til fíggjarligan og tøkniligan framburð í einum samfelagi. Er arbeiðsmegin stór, ung og hevur lætt við at flyta seg, kann hon saman við tøkni og framtakshugi elva til størri vøkstur, sum bøtir um vælferðina. Hetta var tað, sum hendi í Evropa í 19. øld. Hinvegin hevði Evropa ein trygdarventil, sum tey fátæku londini nú á døgum sjáldan hava, og tað er, at tá bar til hjá fólki at flyta burtur í onnur lond. Ger uppskot til tiltøk At gera tiltøk, sumkunnu loysa trupulleikan við bráðum fólkavøkstri, gevur næmingunum møguleikar at gera egnar niðurstøður og koma við egnum hugskotum. Uppskotini til tiltøk kunnu verða fyribyrgjandi, men tey kunnu eisini stremba eftir at minka neiliga ávirkan. Tað er mennandi at kjakast um, hvørji tiltøk, ið eru best. Annað, sum er áhugavert, er, at lata næmingarnar raðfesta uppskotini til tiltøk og grundgeva fyri raðfestingini. Hetta mennir førleikan at meta um ymsar møguleikar fyri tiltøkum, og tað eru týdningarmikil mál í landafrøðini. Eitt sjónarmið, sum eigur at verða tikið við í undirvísingini, er tann týdningarmikli leikluturin hjá kvinnuni. Tá kvinnur læra at lesa, fáa betri møguleika at arbeiða vinnuligt arbeiði og betri sosial kor, verða vanliga færri børn fødd. Greiningarfrymilin kann eisini verða brúktur til at granska spurningar um fólkaminking.
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=