Formæli
Heftið, tú situr við, er læraraleiðbeiningin til 2. útgávu av Skygni 8.
Til aðru útgávu eru:
næmingabók, lærarahefti og handbók.
Næmingabókin er í 10 kapitlum. Allir kapitlarnir (tó ikki kapitul 0) eru
gjørdir eins, og ætlanin er, at næmingarnir skulu arbeiða á henda hátt:
høvuðsevni
•
fyrra støðuroynd
•
endurtøka av høvuðsevninum (grønar síður) ella framhald av
•
høvuðsevninum (bláar síður)
seinna støðuroynd
•
virkni
•
Soleiðis er tilfarið gjørt; men sjálvandi lagar lærarin undirvísingina
til næmingarnar og seg sjálvan og brúkar bókina til tey viðurskiftini.
Skygni 8 er bara eitt av mongum amboðum í støddfrøðini og skal lagast
til undirvísingina. Gjøllari viðmerkingar til Skygni 8 standa í hesum
lærarahefti.
Mortan og Edvard