Formæli
Vit hava roynt at hava eitt dygt fakligt støði í uppgávunum.
Uppgávurnar eru grundaðar á tað, sum næmingarnir kenna, og
myndirnar at práta um eru støðið undir allýsingum av teimum
ymsu støddfrøðiligu hugtøkunum.
Í Skygni 7 er dentur lagdur á at sameina eitt gott fakligt
grundarlag og eina undirvísing, sum eisini vísir, hvussu
støddfrøðin verður nýtt.
Temuni leggja upp til ymisk virkni í flokkinum. Hesi virkni vísa
vónandi, at støddfrøðin eisini er bæði skapandi og royndarkend
lærugrein, har hon er hent amboð. Virknini eru ætlað at eggja til
samstarv.
Viðmælt verður í nógvum førum at brúka lummaroknaran til
útrokningar og eisini til at kanna úrslit.
Avritsmappan kann verða brúkt so hvørt, sum roknað verður í
næmingabókini, men hon kann eisini verða brúkt av og á sum
endurtøka ella differentiering av undirvísingini. Aftast í avrits-
mappuni er svarlisti.
Í læraravegleiðingini eru eisini tænastusíður og støðuroyndir at
avrita. Tænastusíðurnar eru ætlaðar at lætta um, so næmingarnir
ikki nýta so nógva tíð at tekna t.d. krossskipanir.
Aftast í hesari vegleiðing er svarlisti til støðuroyndirnar.