9
Kristni í 3. fokki – til læraran
Vinir mínir og eg – kristni 3
er triðja
og seinasta bók í røðini av kristni
bókum til yngstu f lokkarnar í fólka
skúlanum.
Endamálið við lærugreinini
Undirvísingin í
kristnikunnleika og átrúnaði
hevur til endamáls:
1: at næmingurin mennir sínar førleikar so, at hann gerst førur fyri at
skilja tann týdning, átrúnaður, lívsáskoðanir, siðfrøði og lívsspurningar
hava fyri lív, hugburð og atferð hjá tí einstaka menniskjanum í sam
skiftinum við onnur menniskju, samfelag og náttúru
2: at næmingurin fær kunnleika um kristna trúgv, mentan, lívsáskoðan,
siðfrøði og lívsspurningar við støði í egnum samfelag, og um annan
átrúnað og lívsfatan, sum næmingarnir møta bæði í egnum umhvørvi
og altjóða høpi
3: at næmingurin fær førleikar at skilja og greina tekstir og annað keldu
tilfar, sum lýsir átrúnað, lívsfatan, siðfrøði og lívsspurningar
4: at næmingurin fær førleikar, so at hann mennist í egnum og altjóða
høpi, skilir egna og aðra mentan, evnar at taka lut í altjóðagerðini, at
vísa virðing og taka støðu og ábyrgd í einum fólkaræðisligum samfelagi
5: at lýsa, greina, skilja, tulka og meta um heimsátrúnað, trúarspeki,
siðfrøði, lívsáskoðanir og lívsspurningar menniskjans
6: at næmingurin fær vitan um og innlit í fjølbroyttan átrúnað og
átrúnaðarliga virknaðarsøgu við høvuðsdenti á kristindóm, heims
átrúnað, trúarspeki, siðfrøði og lívsáskoðanir, bæði í fortíð og nútíð