124
Bræv úr Tansania
39. tími
Vert at vita
Trúboðan er ein uppgáva, sum øll kristin hava fingið. Kristin skulu
boða evangeliið, eins og Jesus bað lærusveinarnir gera. Jesus segði: „Mær
er fingið alt valdið í himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløgini til
lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins
og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg
havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar
enda.“ (Matteus 28,18-20). Hetta verður ofta nevnt missiónsboðini.
Trúboðan er:
• at boða evangeliið
• samskifti
• umsorgan fyri næstanum
• menningarhjálp, so onnur fáa betri lívskor
• samfelag við onnur
Kristindómurin lærir, at evangeliið er ætlað øllum fólkasløgum, og
skal tí boðast allastaðni. Eftir at Paulus var vorðin kristin, boðaði hann
kristna boðskapin víða. Frá tí at Jesus livdi á jørðini og fram til okkara
tíð, hevur evangeliið verið boðað bæði her á landi og í øðrum londum.
Høvuðsstaðurin í Tansania eitur Dodoma. Landið er 945.090 km
2
og
har búgva 41.892.895 fólk. Tey f lestu tosa swahili og enskt. Á megin
landinum eru 30% kristin, 35% afrikanskir átrúnaðir og 35% hoyra til
islam. Á Sansibar eru yvir 99% muslimar.
Sangur: „Jesus elskar meg, o, ja“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Paulus