11
Førleikamál í fólkaskúlanum
Eftir 4. flokk skulu næmingarnir duga:
Átrúnaður, lívsfatan og siðfrøði
1. at samtala um tilveruspurningar
2. at samtala um siðvenju og siðalagsligan hugburð og atferð
3. at vísa á faklig hugtøk í kristindóminum
4. átrúnaðarligan málburð
5. at samtala um skapanarverkið og viðurskiftini millum menniskju
og náttúru
6. at orða hugsanir um lívið, gleði og sorg, miss og sakn, gott og ónt
7. at samtala um ábyrgd av okkum sjálvum, medmenniskjum og
náttúru.
Týðandi bíbliutekstir og frásagnir
1. at greiða frá søgum úr Gamla og Nýggja testamenti
2. at endurgeva úrval av bíbliutekstum á ymiskan skapandi hátt
3. at skilja og tosa um innihaldið í úrvaldum bíbliufrásagnum
4. at samanbera evni úr bíbliufrásagnum við líknandi evni í samtíðini.
Høvuðstættirnir í kristnari trúgv, list og
mentan í søguligum og nútíðarligum høpi
1. at tosa um høvuðstættirnar í kristnari trúgv
2. at síggja, hvussu virðisgrundarlag Bíbliunnar kemur til sjóndar í
siðum og skikkum, í samfelagslívi og mentan
3. at greiða frá kristindóminum og teirri ávirkan, hann hevur á kirkju
árið og lívið
4. at samtala um úrval av kristnum súmbolum
5. at viðgera nakrar sálmar og sangir.
Kirkjusøga
1. at greiða frá kirkju, byggisniði, list, og samkomuhúsum á staðnum
2. at samtala um sosial og átrúnaðarlig tiltøk og hjálpararbeiði.