Page 130 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
128
Hey tit í 3. flokki!
Mær leingist eftir tykkum! Eg gleði meg, at koma aftur til Føroyar í skúla,
tí tað er stuttligt.
Tað er eisini stuttligt at búgva í Napled. Vit búgva her, tí mamma og babba
fortelja fólki um Jesus, og hjálpa fólkunum her. Ofta koma sjúk fólk til
okkara. Í áðni var ein drongur her. Hann var ræðuliga sjúkur. Hann orkaði ikki
at ganga. Mamma og babba geva teimum heiluvág og sovorðið. Ofta gevi eg
teimum sjúku børnunum okkurt, sum eg havi bygt við perlum. Tey, sum búgva
her, eta mat við fingrunum, tí tey eiga ongar gaflar.
Í urtagarðinum hjá okkum eru nógvar bananir, ananas og ymiskar aðrar
fruktir og grønmeti. Vit plaga at eta mat úr urtagarðinum, men eisini mat
sum kemur við flogfarinum. Tað er matur, sum onkur hevur keypt fyri okkum
í býnum. Her í skóginum er eingin handil og heldur eingir vegir, so vit mugu
brúka flogfarið. Flogfarið er næstan so lítið sum ein bilur.
Ein vinkona hjá mær eitur Mona. Hon er mín besti vinur og spælir altíð við
meg. Hon eigur ikki fín klæðir. Hon eigur øgiliga lítið av klæðum. Hon svevur
ofta hjá mær. Altíð, tá ið Mona svevur hjá okkum, plagar babba at gera
okkum pannukøkur, og vit hugna okkum. Heima hjá teimum eigur Mona onga
song, bara eina mottu á gólvinum, har hon svevur. Tað gera øll, sum búgva her.
Tey eiga bara eini lítil hús, sum hava eitt rúm, onkuntíð tvey.
Tá ið eg skal í skúla, so fer Mona heim at vaska klæðir hjá teimum og ansa
eftir lítla beiggja. Eg skal í skúla heima hjá okkum, og mamma er lærarin hjá
mær. Vit fara næstan altíð í ánna, tá eg eri liðug í skúla. Eg svingi í einum
longum bandi, og so leypi eg langt út í vatnið. Tað er djúpt í ánni, men eg
dugi at svimja. Tá tað regnar nógv, koma krokodillur í ánna, og tá sleppi eg
ikki at svimja.
Her eru nógv dýr. Fýrbein, froskar og slangur. Um ein slanga kemur, so má
mann sláa hana við einum pinni, so hon rýmir. Her er altíð heitt og nógv sól. Eg
havi tað gott og vóni, at tit eisini hava tað gott.
Bestu heilsur
Ragnhild