Page 132 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
130
Valentinsmessa
41. tími
Vert at vita
Valentinsmessa verður hildin 14. februar. Dagurin er gamal og er bæði
broyttur og mentur ígjøgnum tíðirnar. Hetta er dagurin, tá ið pør vísa
hvør øðrum kærleika. Tey kunnu ítøkiliga t.d. senda kort ella geva eina
gávu fyri at vísa, at tey eru góð hvør við annan.
Vitanin um Valentinus er ikki stór, men í miðøld vóru nógvar søgur
skrivaðar um hann. Halgisøgan um Valentinus sigur, at hann var prest­
ur og livdi í 3. øld. Hann livdi um somu tíð sum Klaudius 2. Klaudius
var heiðin keisari, og vildi einki hava við kristindómin at gera. Hann
vildi hava Valentinus at venda sær til heiðinskap. Tá ið keisarin nokt­aði
hermonnum at gifta seg, av tí at teir skuldu vera góðir hermenn og ikki
vera órógvaðir av kvinnum, gifti Valentinus teir í loyndum. Hetta mátti
Valentinus seinni líða martýrdeyðan fyri.
Menniskjuni hava eina grundleggjandi tráan at verða elskað og at elska.
Tí hevur tað týdning at vita, hvat kærleiki er, og hvaðani hann stavar.
Bíblian sigur, at Gud er kærleiki. Kærleiki Guds er serstakur, tí hann
elskar treytaleyst og óuppiborið. Í 1. Kointbrævi 13,4-7 stendur um
egin­leikar kærleikans: „Kærleikin er langmóðigur, hann er góðviljaður;
kærleikin øvundar ikki; kærleikin er ikki stórorðaður, blæsur seg ikki
upp; hann hevur ikki ósømiligan atburð, søkir ikki sítt egna; hann ilsk­
ast ikki, er ikki illmintur; hann gleðist ikki yvir órættvísini, men gleðist
saman við sannleikanum; hann tolir alt, trýr øllum, vónar alt, ber alt.“
Tað hevur týdning, at menniskjuni elska onnur eins og Gud elskar
menn­iskjuni. Í Bíbliuni stendur, at tú skal vera ímóti øðrum, sum tú
vilt, at tey skulu vera ímóti tær. Hetta merkir, at vit eiga at ansa eftir