Page 135 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
133
Valentinsmessa
42. tími
Vert at vita
vert at vita
til 41. tíma um valentinsmessu.
Í dag hava vit eisini dagar sum mammudag og pápadag. Endamálið við
hesum døgum er eins og á valentinsmessu, at leggja dent á umsorgan.
Menniskjuni hava grundleggjandi tørv á at kenna, at onkur er góð við
tey, og at tey kunnu gera nakað fyri onnur. Næmingarnir fara tí at gera
eitt kort til onkran, teir eru góðir við.
Sangur: „Sóljugentan“ av f løguni
Vinir mínir og eg.
Ein heilsa til tín
Næmingarnir fáa hvør sítt litað hjarta. Á hjartað skriva tey eina heilsu til
onkran, sum tey eru góð við, sí hugskot á síðu 88 og 89 í næmingabók.
Sí avrit av skapi aftast í bókini. Næmingarnir geva hjartað til tann, tað
er ætlað.
Heilsanir til foksfelagar
Lærarin gevur næmingunum hvør sín lepa við navni á einum næmingi
í f lokkinum, sí avrit aftast í bókini. Næmingarnir fáa hvør sítt litað
hjarta, sí avrit aftast í bókini. Á hjartað skriva teir eina heilsu til næm­
ing­in, sum stendur á lepanum. Teir klippa út og seta hjarta á hvør sín
pinn og seta tað í noða, sum er í einum urtapotti.