Page 175 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
173
Jødadómurin
56. tími
Vert at vita
Jødadómur
Jødadómurin er hin elsti av teimum trimum stóru monoteistisku heims­
átrúnað­unum. Ábraham var tann fyrsti av teimum trimum ættar­
fedr­unum ella patriarkunum í jødadóminum. Hinir eru Ísak, sonur
Ábraham, og Jákup, sonur Ísak.
Mentanin og átrúnaðurin hjá jødunum hevur sjálvandi ment og broytt
seg nógv øll hesi árini. Vanliga verður sagt, at tann, ið hevur eina jød­
iska mammu, er jødi. Eisini kann ein velja at vera jødi, men ikki øll eru
samd í hesum.
Jødar trúgva á ein Gud, Jahve. Heilaga skriftin, sum er givin av Gudi,
verður nevnd Tanakh. Jødar lesa Tanakh og útleggingar hjá nøkrum
av teimum týdningarmestu rabbinarunum eru savnaðar í bókini, sum
verður kallað Talmud. Í heilagu skriftunum eru ymiskar fyriskipanir
sum siga, hvat jødar kunnu eta og ikki eta, og hvussu maturin skal
ger­ast til. Matur, sum er gjørdur til eftir hesum fyriskipanum verður
kallaður
kosher
.
Veitslan, sum hevur størstan týdning fyri jødar er Sabbat. Hetta er
hvíli­dagurin, sum teir fyrireika væl, teir keypa inn til eina serstaka mál­
tíð og gera reint. Hesar fyrireikingar skulu vera lidnar áðrenn familjan
fer í sýnagoguna fríggjakvøld um sólsetur. Gud hevur sjálvur stovn­
sett Sabbat, sum tað er lýst í Toraini, sum er skriftin við teimum 5
Móse­bókunum. Jødar hava ein hvílidag, eins og Gud, tá ið hann skapti
heimin sjeynda dagin, hvíldi seg.
Trúgv