179
Buddisma
58. tími
Vert at vita
Buddisma
Buddisman byggir á læruna hjá einum menniskja: Buddha. Buddha var
ein indiskur prinsur, sum livdi fyri umleið 2500 árum síðani. Rætta
navn hansara var Siddharta Gautama. Hann vildi finna útav hví so
nógv líðing var í heiminum, og hvussu ein kundi beina fyri líðingini.
Tá ið hann fann svarið, varð hann „upplýstur“ og viðhaldsfólk hansara
góvu honum heitið Buddha, sum merkir Tann upplýsti. Hetta hendi ár
531 f. Kr., og eftir hetta byrjaði hann at ferðast kring landnyrðingspartin
í India at prædika. Tann Buddistiski átrúnaðurin byggir á hansara læru.
Buddisman skilir seg frá øðrum átrúnaðum við, at hon hevur ongan
gud. Stovnsetarin, Buddha, framdi ikki undur og helt fast við, at hann
ikki var annað enn tað, øll menniskju kundu verða. Buddha eggjaði
fólki at hyggja at, hvat tey tókust við, og hvussu tað ávirkaði tey, og har
afturat at liva eitt lív, sum avmarkaði líðing og hjálpti teimum at røkka
„upplýsing“. Tá ið buddistarnir hava nátt hana, nevna teir støðuna
nirvana
.
Lívsins hjól
vísir, hvussu buddistarnir síggja lívið. Yama, ein demonur,
heldur hjólinum, sum ímyndar broyting og deyða. Mitt í hjólinum eru
trý dýr: ein hani, ein ormur og ein grísur. Hanin ímyndar girnd, orm
urin hatur og grísurin fávitsku. Tað eru ágrýtni, hatur og fávitska, sum
snara endaleysa lívsins hjólinum runt og forða einum menniskja í at náa
„upplýsing“. Á hjólinum er mynd av Buddha, sum prædikar, og fólki,
sum tráa eftir at náa
nirvana
.
Trúgv