Page 184 - Vinir mínir og eg 3

This is a SEO version of Vinir mínir og eg 3. Click here to view full version

« Previous Page Table of Contents Next Page »
182
Hinduisma
59. tími
Vert at vita
Hinduisman hevur sín uppruna í økinum við ánna Indus. Í vestur­
heim­inum verður átrúnaðurin nevndur hinduisma, men hinduistar
nevna hana
sanatana dharma
. Tað merkir „tann æviga heimsskipanin“.
Í f leiri túsund ár hava mangir átrúnaðarligir heimspekingar haft árin
á liviháttin hjá hinduistunum. Hinduistar trúgva, at alt livandi er ein
partur av einum heilagum mátti, Brahman, upprunanum, og at teir at
enda verða sameintir við henda mátt. Harafturat trúgva teir, at teir fram
til ta tíð, tá ið hesin felagsskapur gerst veruleiki, skulu endirføðast aftur
og aftur.
Hinduisman hevur rættiliga nógvar gudar. Men f leiri hinduistar halda,
at allir gudarnir eru/hava ymiskar síður av Brahman, heilaga mátt­
inum, sum ikki hevur nakað skap. Tá ið teir tilbiðja ein gud, tilbiðja
teir ein serligan eginleika hjá Brahman, t.d.: tí kæru mammuna, tann
um­hugsna pápan, tann nærlagda læraran o.s.fr.
Navnið Krishna merkir „tann myrki“. Í Tamil Nadu í Suðurindia eru
gamlar sagnir og tekningar av einum svørtum gudi, sum spælir á f loyt­
ur fyri neytadreingjum. Í Norðurindia er ein frásøgn um ein bláan gud,
nevndur Krishna, sum var ein stórur fúrsti og inkarnatión av einum
av týdningarmestu gudunum í hinduismuni, Vishnu. Hesar sagnir eru
vaksnar saman til frásøgnina um hirðaprinsin Krishna.
Mong, ið tilbiðja Krishna, trúgva, at hann ikki bert er ein partur av
brahman, men at hann er sjálvur tann heilagi mátturin: Gud. Hesir
hinduistar tilbiðja bara Krishna. Endamál teirra er at kunna halga
Trúgv