187
Hvat er vatn?
61. tími
Vert at vita
Vatn er fyritreyt fyri lívi. Næstan 2/3 av mannakroppinum er vatn.
Longu í móðurlívi verjir vætan fostrið, so tað kann mennast og vaksa.
Vatn sløkkir tosta og ger likamið reint. Vatn ger lendi gróðurbært, so
matur kemur á borðið, men vatn kann eisini vera vandamikið. Mong
menniskju eru deyð í vatnf lóð ella í illveðri á sjónum, og uppaftur onnur
eru deyð, tí vatnið tey hava drukkið, er dálkað.
Vatn hevur havt stóran týdning sum ímynd í ymiskum mentanum. Frá
fyrstu tíð hevur vatn havt sín leiklut í mýtiskum og átrúnaðarligum
hugmyndaheimi: skapandi, grøðandi og frelsandi.
Í Bíbliuni verður vatn m.a. nýtt sum ímynd av ævigum lívi, frelsu og
andaligum ávøksti:
Jóhannes 7,37: Men síðsta dagin, tann størsta á hátíðini, stóð Jesus har
og rópaði og segði: »Er nakar tystur, tá komi hann til mín og drekki!
Jóhannes 7,38: Tann, sum trýr á meg, úr lívi hansara skulu, soleiðis sum
skriftin hevur sagt, renna løkir við livandi vatni.«
Hóast meiri enn 70% av jarðarknøttinum er sjógvur, og harafturat eru
10% av lendi undir vatni ella ísi, so tørva stórir partar av heiminum
vatn. Bæði í teimum einstøku heimunum og úti í vinnuni hevur vatn
stóran týdning.
• við vaksandi fólkatali við – 83 milliónum árliga – gerst tørvurin á
vatni størri og størri
• eitt av átta menniskjum hava ikki reint vatn
Vatn í Bí bliuni