229
Avritssíða 17
29. tími – Hvør var Paulus
„Men Saul, sum enn froysti hóttir og
manndráp móti lærusveinum Harrans, fór
til høvuðsprestin og bað hann um bræv til
Damaskus, til samkomuhúsið har, fyri at
hann, um hann hitti nøkur, sum hoyrdu til
„vegin“, menn ella konur, kundi føra tey í
bondum til Jerúsalem.“
Ápostlasøgan 9,1 - 2
„Og tá ið hann kom til Jerúsalem, royndi
hann at halda seg til lærusveinarnar; men
øll ræddust hann, av tí at tey ikki trúðu, at
hann var lærusveinur. Men Barnabas tók sær
av honum og fór við honum til ápostlarnar,
og hann segði teimum frá, hvussu hann á
veginum hevði sæð Harran.“
Ápostlasøgan 9,2 - 27a