Finka - Arbeiðsbók 1
Les brævið. (síða 42 í lesibókini) Set reyða striku undir dagfestingina. Set bláa striku undir heilsanina. Set grøna rammu um búkin. Set brúna striku undir endan. Set gula striku undir undirskriftina. Vík, 12/10 - 2020 Góða Ronja! Nú vil eg skriva tær eitt bræv. Í gjár vóru eg og babba á seiðabergi. Vit fingu 5 seiðir. Í dag fingu vit seiðaknettir til døgurða. Nú veit eg ikki meira at skriva um. Heilsan Silja Skriva bræv. Nú skalt tú skriva eitt bræv. Tú ert farin til annan bý ella aðra bygd at búgva. Tú hevur fingið eitt bræv frá gamla flokkinum, og nú skalt tú skriva eitt bræv til teirra. Undirskrift Byrjan Miðja Endi Minnist til Setningar byrja við stórum. Øll nøvn byrja við stórum. Glopp ímillum orðini. Setningar enda við einum tekni. Hjálparorð Hey Góðu Góði tit øll tit 2. flokkur Heilsan Kærar heilsanir Stað og dagur Heilsan 30 31
Made with FlippingBook
RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=