Finka - Arbeiðsbók 1

Út á netið (síða 66-67 í lesibókini) Prikka og klappa stavilsi. Pápin flytur músina og trýstir fyrst á ein knapp og so ein knapp fyri og annan eftir. Hvussu nógv sjálvljóð?     Hvussu nógv stavilsi?  Lesibrot Summi børn hyggja nógv í sjónvarp. Onkur heldur, at tað er ikki gott at hyggja ov nógv í sjónvarp. Børn brúka eisini nógv teldu og spæla telduspøl. Alt í alt brúka børn nógva tíð framman fyri ein skíggja. Hvør yvirskrift er best?  Skíggjar  Telduspøl Hvat stendur ikki í brotinum?  Børn hyggja nógv í sjónvarp.  Børn fáa fýrkantað eygu.  Nógv børn spæla telduspøl. Set ring um telduorð. Lesibrot Tey, sum brúka netið, mugu ansa sær. Børn mugu vita, hvussu tey bera seg at á netinum. Tey mugu duga at leita. Tey mugu vera varin við, hvat tey leggja út á netið. Og tey eiga ikki at kjatta við fremmand fólk. Tað er gott at hava vaksin at hjálpa sær. Hvør yvirskrift er best?  Verið ansin, tá ið tit fara út á netið.  Lærið tykkum at leita. Hvat stendur ikki í brotinum?  Ikki kjatta við fremmand.  Tað er gott at hava vaksin at hjálpa sær.  Far ikki út á netið. knappaborð mús skíggi leita net innknappur kurla senda rútur ketta pápi lokkanet Nólsoy eiturkoppur snapp bókasavn 50 51

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=