Finka - Ljóð- og mállæra

Lýsingarorð Tað eru nógv ymisk sløg av orðum til. Summi orð ber til at nerta við, summi orð ber til at gera, og summi orð ber til at vera. Summi kunnu vit telja, og onnur kunnu vit ikki telja. Vit finna lýsingarorð við at seta at vera ella eg eri framman fyri orðið. Lýsingarorð siga okkurt um persónar, dýr ella ting. reytt glað stórur lítil skjótur rundur Ein grá ketta mjavvar. Finn og skriva Les setningarnar. Set grøna striku undir lýsingarorðini. Skriva tey á regluna. Gamla konan bakar. Lítli drongurin rennur. Vakra blóman følnar. Svarta kettan lúrir. Stolti hanin gelur. Ein rundur pennur rullar. Skriva Skriva 3 lýsingarorð um eitt súrepli. Skriva 3 lýsingarorð um eitt trøll. Skriva 3 lýsingarorð um teg. Skriva eitt lýsingarorð til hvørt av hesum navnorðunum. ein fluga ein ormur ein ketta Gamla 62 63

RkJQdWJsaXNoZXIy NzUyNjQ=