Til læraran
Firvaldsbøkurnar eru eykatilfar til byrjanarundirvísing. Bøkurnar eru ikki til ávís floks-
stig, men kunnu verða nýttar í næmingalagaðari undirvísing, soleiðis at næmingurin
kann arbeiða á tí stigi, hann er á.
Firvaldsbók 6 er framhald av Firvaldsbók 5, men kann eisini verða nýtt, sjálvt um Fir-
valdsbók 5 hevur ikki verið nýtt.
Umframt at vera eykatilfar til næmingar, ið arbeiða skjótt, kunnu bøkurnar eisini nýtast
sum stuðul at læra seg at lesa – her eisini sum serundirvísingartilfar.
Firvaldsbøkurnar eru
ikki
ætlaðar til floksundurvísing ella sum felags floksbók.
Í flestu uppgávunum skal næmingurin seta orð og setningar í samband við myndir.
Fleiri av uppgávunum eru sjálvrættandi, t.e., at antin hava tær eitt loysunarorð, ella
siga tær, hvussu nógv orð næmingurin skal finna. Niðast á síðuni eru nøkur orð í einum
gráum kassa. Hesi orðini kann næmingurin nýta, tá ið hann loysir uppgávuna. - Gott
er at vísa næminginum á, at lættast er at loysa uppgávuna, um orðini verða strikað so
hvørt.
Í summum krossorðagátum standa orðini í gráa køssunum beint yvir av uppgávuni, og
í uppgávunum at finna feilir eru fleiri orð í kassanum enn tey, sum næmingurin skal
brúka.
Av tí at orðini standa í gráa kassanum, kunnu flestallir næmingar loysa uppgávurnar
uttan serliga hjálp. – Ivast næmingurin, eigur lærarin at minna næmingin á at brúka
kassan. Dugir næmingurin at loysa uppgávuna uttan at hyggja at orðunum í kassanum,
kann lærarin eggja honum til at loysa uppgávuna sjálvur.
Umframt at vera eykabók í byrjanarundirvísing, eigur Firvaldsbók 6 helst eisini at gera
sítt til at økja hugin hjá næmingunum at læra seg nýggj orð og setningar – og at ogna
sær gott arbeiðslag.
Høvundurin