100
|
Sosialir førleikar hjá næmingunum
SAMVIRKISNÁM
6.1 • Hin góði lurtarin
Henda venjing er um, hvussu næmingarnir halda tað vera at lurta. Tað er ikki vist, at tað hevur
sama týdning fyri teg, sum tað hevur fyri næmingarnar.
Næmingarnir fáa næmingasíðu 6.1 og skulu saman við toyminum skriva eitt tankakort við orðum,
ið lýsa tað at lurta.
Tá ið toymini hava skrivað síðuna, verða orðini tikin ígjøgnum á talvuni. Síðan gera næmingarnir í
felag næmingasíðu 6.2, har orðini skulu bólkast í “tað, tú gert” og “tað, tú sigur”.
Tað er ikki bara tann sosiali førleikin “at lurta”, ið egnar seg til hesa venjing. Tú kanst brúka allar
førleikar, sum tú fegin vilt venja við næmingunum, t.d.:
• At taka bøkur úr skuffuni ella kassanum
• At vera ein góður vinur
• At heilsa
• At handfara ósemjur
• At sýna ábyrgd
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016