102
|
Sosialir førleikar hjá næmingunum
SAMVIRKISNÁM
6.2 • Eg sigi, og eg geri
Í hesi venjingini arbeiða næmingarnir víðari við orðunum, teir skrivaðu í venjing 6.1.
Orðini skulu verða bólkað í tveir kassar, so munur verður gjørdur á tí, tú sigur, og tí, tú gert, tá
ið næmingurin skal vera ein góður lurtari. Tú kanst eisini velja at leggja dent á annan sosialan
førleika.
Tá ið næmingarnir hava skrivað orðini í kassarnar, skulu gerast stórar talvur at heingja upp í flokkin-
um, so næmingarnir síggja týðiliga, hvat væntað verður av teimum.
Nú hava næmingarnir sjálvir verið við at seta orð á, hvat skal til fyri at náa málinum. Soleiðis
verður tað lættari hjá teimum at megna tað.
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016