Samvirkisnám og floksleiðsla - page 104

104
|
Sosialir førleikar hjá næmingunum
SAMVIRKISNÁM
6.3 • Viðurkenn
Í hesi venjingini skulu næmingarnir finna upp á so nógvar ymsar viðurkenningar at siga við ein
floksfelaga. Tað skulu bæði vera setningar og støk orð, og tey skulu kunna siga tað við ein floks-
felaga, tey kenna rættiliga væl, og við ein, tey ikki kenna væl.
1. Næmingarnir eru tveir og tveir saman. Tey hugsa seg um í tríggjar minuttir.
2. Tey arbeiða hvør sær og skriva ella tekna tað, ið tey ætla at siga.
3. Tá ið tíðin er farin, siga tey makkaranum, hvat tey hava skrivað ella teknað.
4. Nú skulu tey siga toyminum frá, hvat tey hava skrivað ella teknað. Kanska kunnu tey í felag
finna fleiri góð orð?
Lærarin tekur samanum á talvuni, og saman við flokkinum verður gjørdur ein langur listi við upp-
skotunum úr flokkinum.
Broyting:
Tað ber eisini til at lata næmingarnar skriva uppskotini á post it-lepar. Leparnir verða lagdir mitt
á borðið. Næmingarnir skulu nú fylgja við, hvat verður sagt í hinum bólkunum, og taka lepan, ið
teir hava skrivað júst tað sama á. Soleiðis verða allir næmingarnir við í eini felags gjøgnumgongd.
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,94,95,96,97,98,99,100,101,102,103 105,106,107,108,109,110,111,112,113,114,...164
Powered by FlippingBook