106
|
Sosialir førleikar hjá næmingunum
SAMVIRKISNÁM
6.4 • Eg sigi gott um teg – tað gleðir meg
Í venjing 6.3 hevur flokkurin í felag gjørt listan við viðurkenningum. Nøvnini á øllum næmingum í
flokkinum verða skrivað á smáar lepar, eitt navn á hvønn lepa.
Hvønn dag ella eina ferð um vikuna, tað gert tú av, taka allir næmingar hvør sín lepa við navni á
einum floksfelaga, sum teir skulu siga okkurt gott um.
Dagurin endar við, at næmingarnir taka fram síðuna “Eg sigi gott um teg – tað gleðir meg” og
skriva:
Hvønn
tey søgdu okkurt gott við.
Hvat
tey søgdu.
Hvussu
hini tóku tað.
Hvussu
tað var at siga tað.
Broyting:
Tað ber eisini til at leggja aftrat:
Hvør
segði okkurt gott um meg?
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016