109
|
Sosialir førleikar hjá næmingunum
SAMVIRKISNÁM
6.5 • At fata eina støðu
Eitt vinfólk hevur akkurát fingið nýggjar buksur.
Tú heldur tær vera vakrar. Hvat sigur tú við vin-
fólkið?
Ein nýggjur næmingur er í flokkinum. Hvussu
vísir tú honum, at hann er vælkomin?
Tú sært, at ein floksfelagi, ið tú vanliga ikki
tosar nógv við, er harmur um okkurt. Hvussu
spyrt tú, um tað er nakað, ið tú kanst hjálpa
honum við?
Hvussu nógvir ymsir mátar eru at siga góðan
dagin við læraran?
Hvussu nógvir ymsir mátar eru at siga góðan
dagin við ein floksfelaga?
Hvussu nógvir ymsir mátar eru at siga góðan
dagin við ommu og abba?
Nevn minst tríggjar mátar, har tú takkar einum
fremmandum fyri hjálpina.
Tú ert í einum handli, men finnur ikki vøruna.
Hvussu biður tú tey í handlinum hjálpa tær?
Ein floksfelagi hevur í vikuskiftinum vunnið
meistaraheitið í eini ítróttagrein. Nevn minst trý
dømi um, hvussu tú kanst rósa honum.
Hvussu kanst tú siga frá, tá ið flokkurin kjakast,
at tú ikki ert samd/ur í tí, tey siga?
Hvat sigur tú við ein floksfelaga, sum hevur mist
ein kæran, ið hevði stóran týdning fyri hann?
(T.d. mist ein abba ella ommu.)
Ein av floksfeløgunum vil fegin hava teg at skulka
frá síðsta tíma saman við sær. Hvussu sigur tú
nei?
Hvussu kanst tú hampiliga biðja ein floksfelaga
um at gera meiri í bólkaarbeiðinum?
Tú vilt fegin siga besta vinfólki tínum, at tú
virðismetir vinalagið við hana/hann. Hvussu
gert tú tað?
Tú skalt klaga um eina vøru í handlinum. Vøran
er brotin. Hvussu gert tú?
Tú hevur júst fingið vánaligt próvtal fyri eina
uppgávu. Makkarin við síðuna av hevur fingið
10. Hvussu tekur tú tað?
Eitt vinfólk hevur akkurát fingið troyggjuna, ið tú
leingi hevur droymt um, men ikki hevur havt ráð
at keypa. Hvat sigur tú við vinfólkið?
Sig frá, hvussu tú einaferð gleddi eitt annað
menniskja.
Nær hevur tú seinast roynt at hjálpa einum, ið
ikki bað um hjálp frá tær? Hvat segði viðkomandi,
tá ið tú vildi hjálpa?
Nevn tríggjar mátar at takka uppá, men uttan at
siga orðið “takk”.
næmingur
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016