111
|
Foreldrasamstarv
SAMVIRKISNÁM
Nú koma foreldrini inn í myndina. Foreldur eru eitt stórt tilfeingi, sum kann verða brúkt betur og
øðrvísi, enn gjørt verður í dag. Mong foreldur vilja fegin verða ein størri partur av skúladegnum
hjá barninum, men tey vita ikki rættiliga, hvat vit vænta av teimum. Í hesum kapitli eru ítøkilig
hugskot at brúka á foreldrafundum.
Hvat væntar skúlin av foreldrunum?
Mong foreldur ivast í, hvat skúlin væntar av teimum. Kunnu tey t.d. blanda seg í dagligu undirvís-
ingina? Skulu tey hjálpa til á ymsum ferðum? Kunnu tey koma at vitja í skúlatíð uttan at siga frá
frammanundan? Er tað í lagi at ringja til ein lærara um kvøldið?
Kanska eru lærarar heldur ikki vísir í, hvat teir skulu kunna foreldur um. Er tað t.d. neyðugt at taka
ársætlanina ígjøgnum á foreldrafundi? Er tað lærarin, ið skal undirhalda í tveir tímar um flokkin og
fakligu menningina? Kanst tú biðja foreldrini hjálpa til við ymsum praktiskum?
Danska verkætlanin um skúlamenning, For-di, er um góða samstarvið millum skúla og heim. Her
er ein niðurstøða, at foreldrini ynskja í stóran mun at vera við í læring og trivnaði hjá barninum.
Tey vita bara ikki nóg nógv um, hvussu skúlin vil hava teirra leiklut at vera.
13
Hjá øllum børnum eru foreldrini ein týðandi viðleikari í læring og skúlagongd, men foreldrini skulu
jú vera greið yvir, hvat vit vænta av teimum.
Foreldrafundurin
Tað ber altíð til at seta skjøtul á samstarvið á einum foreldrafundi, og ofta eru fundirnir langir.
Foreldrini koma við tí í væntu, at tey skulu “verða undirhildin” í tveir tímar, og lærararnir “undir-
halda” fegnir.
Ymisk evni eru á skránni í mun til aldur og floksstig hjá barninum. Í yngru flokkunum er tað ofta
atburður, føðingardagar e.t., men tá ið næmingarnir verða eldri, verða evnini broytt til rúsdrekka,
veitslur o.t.
Felags fyri fundirnar er, at ein stórur partur av tíðini fer til fakligu gjøgnumgongdina av eitt nú
ársætlan og innihaldinum í lærugreinum. Tað er tó ikki altíð tað, ið foreldrini vilja verða kunnað um.
Veit lærarin, hví hann hevur valt at gera soleiðis í eini lærugrein, so hava flestu foreldur álit á tí. Í
staðin kunnu vit fáa lívligari foreldrafundir, har foreldrini koma á banan. Her eru nøkur hugskot, ið
kunnu gera fundir meiri viðkomandi og spennandi:
• Foreldrini
arbeiða við
onkrum fakligum, í staðin fyri at
hoyra um
tað.
• Næmingarnir undirvísa foreldrunum í ymsum verkstøðum.
13 Verkætlanin, For-di-projektet – Forældredialog i skolen, er eitt samstarv millum UCC, UCL og Skole og Forældre.
Les meiri á
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016