Samvirkisnám og floksleiðsla - page 112

112
|
Foreldrasamstarv
SAMVIRKISNÁM
• Øll gera mat í felag og eta saman.
• Foreldrini hava skúlataskuna hjá barninum við og skulu t.d. arbeiða við støddfrøði. Tá uppliva
foreldrini eina læringarstøðu, og eisini um taskan ikki er pakkað heimanífrá
14
• Næmingar og foreldur gera á felagsfundi eina logbók, har hvør familja fortelur eitt sindur um
seg. Teksturin, saman við eini mynd, verður avritaður til børnini, so familjurnar á tann hátt
læra hvørja aðra at kenna.
15
• Foreldrini arbeiða við tí sama sum næmingarnir, eisini við venjingum við samvirkisnámi.
Foreldrini skulu leggja dent á tað, tey eru mest upptikin av í sambandi við skúlagongdina hjá
barninum.
Í venjingunum 7.1 – 7.4 eru uppskot um ymsar venjingar við samvirkisnámi at brúka á foreldra-
fundum.
Foreldrasamstarv og floksleiðsla
Lærarin er ikki bara floksleiðari hjá næmingunum. Hann er eisini floksleiðari hjá foreldrunum.
Foreldrini hava í líka stóran mun sum næmingarnir brúk fyri at vera partur av einum felagsskapi.
At taka lut á ymsum tiltøkum nýtist ikki at krevja nógva tíð av foreldrunum, men tað er umráðandi
fyri læringina hjá barninum og uppfatanina av felagsskapi, at eisini mamman og pápin taka lut í
tí, sum hendir í flokkinum.
Í yngru flokkunum kenna foreldrini vanliga hvønn annan, og tað er lættari at fylgja við í, hvat hendir
rundan um barnið. Tá ið børnini verða eldri, hendir nógv, sum foreldrini ikki beinleiðis eru blandað
uppí. Kenna foreldrini hvønn annan, er hetta skiftið kanska ikki so trupult. Men mong børn fáa
nýggjar floksfelagar og nýggjar lærarar, tá ið tey koma í miðdeild og seinni í framhaldsskúla, og
tí mugu eisini foreldrini sjóðast saman í hesum deildum.
Ein slík samansjóðing kann verða gjørd á ymsan hátt, t.d. kann samvirkisnám vera við at skapa
ein tryggan dám, har tað ber til at viðgera ymisk evni saman við øðrum foreldrum í flokkinum. Hjá
nógvum kann talan eisini vera um rættiliga kensluborin evni.
Arbeiða skúli og lærarar við umfatandi uppgávuni at fáa inklusiónina at eydnast, eru foreldrini eitt
stórt tilfeingi og kundu komið við einum størri íkasti, enn galdandi er í dag.
14
> Idekatalog
15
Íblástur frá Kofoed (2010).
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,102,103,104,105,106,107,108,109,110,111 113,114,115,116,117,118,119,120,121,122,...164
Powered by FlippingBook