Samvirkisnám og floksleiðsla - page 113

113
|
Foreldrasamstarv
SAMVIRKISNÁM
Stuðla samvirkisnámi
Fær lærarin stuðul frá foreldrunum, hevur tað ómetaliga stóran týdning. Tað er tí gott hugskot at
kunna foreldrini í góðari tíð frammanundan um, hvat fyriferst í flokkinum. Sjálvandi eru næmingar
og foreldur, ið halda tað vera rættiliga nógv øðrvísi, tá ið næmingarnir fara at arbeiða við sam-
virkisnámi. Tað kann eisini væl vera, at summi halda tað als ikki vera stuttligt. Tá er gott at hava
kunnað foreldrini um broytingarnar í undirvísingini, og enn betri, um foreldrini hava roynt okkurt
av tí, ið næmingarnir arbeiða við.
Í samvirkisnámi fáa næmingarnir ofta ymsar leiklutir í venjingunum, og teir kunnu koma heim og
siga, at í dag hava teir havt tann og tann leiklutin. Tá er lættari at greiða foreldrunum frá og eisini
lættari hjá foreldrunum at spyrja læraran, um foreldrini sjálvi hava roynt slíkt tilfar.
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,103,104,105,106,107,108,109,110,111,112 114,115,116,117,118,119,120,121,122,123,...164
Powered by FlippingBook