Samvirkisnám og floksleiðsla - page 114

114
|
Foreldrasamstarv
SAMVIRKISNÁM
Venjingar til 7. kapittul
7.1 • Stuttur fundur – miðdeild – lærarasíða og foreldrasíða
Henda venjingin er ætlað foreldrum at børnum í miðdeild. Foreldrini fáa høvi at tosa við onnur
foreldur og skulu gera stutt av. Tey ganga øll runt í stovuni og tosa stutt við øll, tey hitta.
Spurningarnir frá foreldrunum gera av, hvat samrøðan er um. Lærarin kann eisini gera fleiri spurn-
ingar, um tað er okkurt ávíst, hann kundi hugsað sær, at foreldrini tóku støðu til.
16
7.2 • Stuttur fundur – framhaldsdeild – lærarasíða og foreldrasíða
Henda venjingin er ætlað foreldrum at børnum í framhaldsdeild. Foreldrini fáa høvi at tosa við
onnur foreldur og skulu gera stutt av. Tey ganga øll runt í stovuni og tosa stutt við øll, tey hitta.
Spurningarnir frá foreldrunum gera av, hvat samrøðan er um. Lærarin kann eisini gera fleiri spurn-
ingar, um okkurt ávíst er, hann kundi hugsað sær, at foreldrini tóku støðu til.
7.3 • Hvørjum kunnu vit stuðla við? – lærarasíða
Henda venjingin miðar ímóti at fáa hugskot frá foreldrunum um alt tað, tey kunnu stuðla við í skúla-
num. Foreldrini ivast mangan í, hvat skúlin væntar, og hvat teirra leiklutur er. Her koma mong, góð
hugskot fram.
17
7.4 • Hvat heldur tú? – lærarasíða
Venjingin miðar ímóti, at øll siga sína hugsan. Øll skulu vera við og taka støðu og grundgeva fyri
sínum hugburði. Her skalt tú bæði flyta teg frá einum staði til annað og siga tína hugsan, og tað
er meiri bindandi, enn um tú bara hevur ein hugburð, sum tú kanska ikki tosar um.
18
16
Íblástur frá Bjerring og Lindén (2008).
17
Íblástur frá Bjerring og Lindén (2008).
18
Íblástur frá Bjerring og Lindén (2008).
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,104,105,106,107,108,109,110,111,112,113 115,116,117,118,119,120,121,122,123,124,...164
Powered by FlippingBook