115
|
Foreldrasamstarv
SAMVIRKISNÁM
7.1 • Stuttur fundur – miðdeild
Í venjingini sleppa øll foreldur framat.
1. Foreldrini fáa hvør sítt kort.
2. Tey fara til gongu og hitta eini onnur foreldur.
3. Tey bæði, ið hittast, spyrja hvørt annað spurningar á kortunum og tosa um spurningarnar.
4. Eftir “ein stuttan fund” fara tey víðari og finna ein nýggjan makkara at tosa við. Foreldrini
kunnu hava sama kort undir allari venjingini, ella tey býta um kort eftir hvønn “fund”.
5. Lærarin hevur frammanundan sagt, at venjingin varir í t.d. 15 minuttir. Tá ið klokkan ringir,
endar venjingin.
6. Tá ið øll eru sessað aftur, verður tikið saman um mest áhugaverdu spurningarnar.
Broyting:
Foreldrini sita í smáum bólkum, sum lærarin hevur gjørt frammanundan. Tað er best at blanda
foreldrini væl.
Kortini liggja í einum bunka á borðinum. Foreldrini skiftast um at taka eitt kort. Sum tey sita við
borðið, skiftast tey eisini um at svara spurningunum.
Í hesi venjingini fáa foreldrini betri stundir at fara í dýpdina við spurningum, ið tey halda hava
stóran týdning.
lærari
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016