Samvirkisnám og floksleiðsla - page 116

116
|
Foreldrasamstarv
SAMVIRKISNÁM
7.1 • Stuttur fundur – miðdeild
Hvussu kunnu vit sum foreldur vera við at gera
flokkin til ein góðan flokk fyri øll?
Hvussu ofta lesur tú hart fyri/saman við barni
tínum?
Hevur tú áhuga í at sita í foreldraráðnum í
flokkinum?
Heldur tú, at tú fært nóg stóra kunning úr
skúlanum?
Hvussu nógv skulu børnini lata hvørjum øðrum
í føðingardagsgávu?
Skulu børnini bjóða øllum flokkinum í føðingar-
dag?
Smyrt tú matpakkan hjá barninum?
Kundi tú hugsað tær at verið “gestalærari” í
flokkinum?
Hvussu nógv hevur tað at siga fyri teg, at tú
kanst fyrireika teg frammanundan til skúla-
heim- samrøður, t.d. við einum samrøðublaði?
Heldur tú, at tað er týdningarmikið at vita, hvat
næmingarnir arbeiða við í lærugreinunum?
Hvønn leiklut hevur tú yvir fyri hinum børnunum
í flokkinum?
Eiga lærararnir at taka lut í tiltøkum, sum
foreldur skipa fyri?
Skulu vit sum foreldur seta okkum í samband
við hvønn annan, um vit finna fram til, at tað
eru børn, ið ikki trívast?
Heilsar tú upp á aðrar næmingar í flokkinum,
tá ið tú hittir teir í skúlanum ella í frítíðini?
Nær fer barn títt til songar um kvøldið?
Hugsar tú um, hvussu tú tosar um skúlan,
lærarar og hinar næmingarnar, tá ið barnið
hoyrir?
foreldur
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,106,107,108,109,110,111,112,113,114,115 117,118,119,120,121,122,123,124,125,126,...164
Powered by FlippingBook