Samvirkisnám og floksleiðsla - page 117

117
|
Foreldrasamstarv
SAMVIRKISNÁM
Hvussu stóra ábyrgd heldur tú, at foreldrini
hava fyri at uppala børnini til felagsskap?
Hvat kunnu foreldrini brúka skúlastýrið til?
Heldur tú, at foreldrini (t.d. foreldraráðið) skulu
vera við at gera dagsskránna til foreldrafund?
Eru trupulleikar í flokkinum, t.d. við ófriði ella
trivnaði, er tað so umráðandi fyri teg, at tað
verður ein eykafundur?
Hevur tú ábyrgd av, at hini foreldrini møta á
fundi og til tiltøk í flokkinum?
Hevur tú sum foreldur ábyrgd av, at inklusiónin
eydnast í flokkinum, t.d. við at bjóða øllum
næmingunum heim til tykkara ella at hjálpa til,
so allir næmingar koma við á útferð?
Heldur tú, at skúlin skal halda veitsludagar hjá
ymsum trúarfeløgum?
Skulu vit gera onkur tiltøk, har greitt verður frá
ymsum mentanum?
Hvat er rímiligt at bjóða flokkinum, tá ið barn
títt hevur føðingardag?
Hvat er mest týðandi uppgáva hjá skúlanum og
lærarunum í sambandi við happing?
Hvussu kunnu foreldrini best hjálpa til at fyri-
byrgja happing?
Hvussu vilt tú helst samskifta við lærararnar?
Við felagsboðum í foreldrabólkinum á netinum?
Telduposti? Telefon? Fundi í skúlanum?
Hvat heldur tú um heimaarbeiði? Hvat er rímilig
tíð til heimaarbeiði?
Hjálpir tú barninum at minnast ítróttarklæði,
bókasavnsbøkur o.tíl.?
Er tað rímiligt, at foreldur gjalda fyri tiltøk
o.tíl.?
Hvat fæst barn títt mest við beint nú?
Hvørji hugskot hevur tú til ein góðan mat-
pakka?
Brúkar tú foreldrabólkin á netinum?
Samvirkisnám og floksleiðsla
© NÁM 2016
1...,107,108,109,110,111,112,113,114,115,116 118,119,120,121,122,123,124,125,126,127,...164
Powered by FlippingBook